Í gjár - 10. november - hevði eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu 10 ár á baki. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í eldrasambýlinum fríggjadagin 14. november frá klokkan 15-17. |
Tað verður Unn Justinussen, deildarleiðari, sum fer at bjóða vælkomin, og borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fer at bera fram eina heilsan. |
Halldóra Ranghamar, fyrrverandi borgarstjóri í Gøtu kommunu og avvarðandi, fer at hugleiða, og umboð fyri starvsfólk á stovninum fara eisini at siga nøkur orð.
- Borðreitt verður við drekkamunni og føðingardagskøku, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Eysturkommuna. |