Gøtu kirkja 20 ár

Skipað verður fyri konsertum og øðrum tiltøkum, nú Gøtu kirkja fyllir 20 ár.

Hósdagin 25. juni eru 20 ár liðin, síðani snotiliga Gøtu kirkja varð vígd av Hans Jacob Joensen, biskupi.

 

Hetta verður hátíðarhildið, við at Gøtufólk og áhugaði annars verða boðin til ymisk tiltøk í og kring kirkjuna og kirkjuliðið við Gøtu kirkju.

 

20-ára dagin fyri vígsluna, hósdagin 25. juni, verður boðið til máltíð í kirkjuni frá klokkan 17.00. Borðreitt verður við pitabreyði og sunnum tilhoyri. Okkurt undirhaldið verður til børnini uttanfyri.

 

Kl. 19.00 er stutt gudstænasta á skránni. Sunnudagsskúlabørnini syngja. Ovi Brim prædikar. Boðið verður til kaffi og lagkøku eftir gudstænastuna.

 

Leygardagin verða tvær konsertir. Klokkan 15 hevur Gøtu kirkju ungdómskór eina konsert í gjónni norðuri við Gjógv, meðan klokkan 17 hevur Haukenland Songlaug konsert í Gøtu kirkju.

 

Sunnudagin verður fyrst gudstænasta sum vanligt klokkan 11, og síðani, klokkan 19, hava T.O.S. og Gøtu kirkju ungdómskót eina konsert í Gøtu kirkju.