»Øll sum elska Víking hoppa nú...«
Tað er eingin víkingaleikari, sum sleppur at sova leingi í dag. Longu í morgun tíðiliga blivu teir vaktir við sangi, fløggum og floytum.
Tað er víkingafjepparafelagið Ultras, sum skipaði fyri hesum. Petur Asbjørn, úr Ultras sigur við in.fo, at tað er umráðandi at fáa øll fólkini í báðum bygdunum við.
Víkingaviðhaldsfólk hava longu keypt 1200 atgongumerkir, men málið er at fáa øll við sum búgva í Gøtu og Leirvík. Tað nervar als ikki Ultras, at fleiri leikarar eru skaddir.
– Tað ger bara, at áskoðarnir mugu koyra meira á, og tað ætla vit okkum, siga Ultras-menninir.
Teir eru eitt sindur ovfarnir av móttøkuni, sum teir hava fingið í morgum.
Øll koma útum at heilsa upp á teir, og sangurin koyrir av tíð besta, so nú eru eisini áskoðarnir klárir at syngja »Øll sum elska Víking hoppa nú...«