Gølan um viðurskiftini hjá manningini á garnaskipunum, Anitu, endar nú aftur í Løgtinginum.
Tað er Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisir spurningin enn einaferð.
Tað ger hon við at tráspyrja teir tríggjar landsstýrismenninar, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum og Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um alskyns viðurskifti í sambandi við Anitu.
Tilsamans hevur hon sett teimum trimum landsstýrismonnum 20 ítøkiligar spurningar, sum teir nú skulu svara Løgtinginum um nakrar dagar.
Hon sigur, at sendingin í Kringvarpinum um Anitu hevur vakt vreiði og skelk hjá fólki og tí vil hon hava øll viðurskifti lýst. Hon hugsar her um umstøðurnar hjá manningini umborð, um trygdina og um ógreiða ábyrgdarbýtið ímillum yvirmenninar. Men hon hugsar eisini um arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá manningini og um óvissuna, um manningin yvirhøvur fekk nakra hýru, eftir at teir vóru sendir av landinum.
Gunvør Balle sigur, at eitt álvarsmál sum Anita, reisir fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar.
- Og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg viðvíkjandi tí at seta neyðug tiltøk í verk, tá talan sum her er um deyðsfall, viðvíkjandi lønarviðurskiftum og somuleiðis viðvíkjandi tí at vísa ábyrgdarfult fiskarí.
- Taka vit avleiðingarnar og herða lóggávu, tá ið slík mál eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild, bæði ímóti fólki og tilfeingi, ella lata vit standa til, spyr hon.
Men umframt viðurskiftini hjá manningini, vil hon eisini hava eina frágreiðing um, hvussu tað bar til, at gørnini hjá Anitu sluppu at standa í yvir ein mánað, nakað sum Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, hevur kallað eina umhvørvisgølu.
|