Tað eru ikki bert føroyingar, ið búgva niðri, sum koma á MíttLand. Ein av teimum mongu føroyingunum á MíttLand, ið eru búsitandi í Føroyum er Godwin Sunder frá Saltangará. Godwin er í Keypmannahavn í sjúkraørindum, og hetta er fyrstu fer at hann er á MíttLand.
- Eg havi ikki verið á MíttLand fyrr, men mær dámar øgiliga væl, og er haldi tað er fantastiskt at tað er eitt tónleikatiltak í Keypmannahavn ið savnar føroyingar, sigur Godwin.
Sjálvur ætlar Godwin at hugna sær við at lurta eftir øllum tónleikinum á MíttLand í dag.
- Tað ið er serliga gleði meg til at hoyra er Kristina Bærendsen, so eg eri spentur til í kvøld. Eg eri eisini sera glaður fyri at hoyra Jógvan Zachariassen, ið júst hevur verið á pallinum, sigur Godwin.
Umframt at lurta eftir føroyskum tónleiki heldur Godwin at MíttLand er eitt gott høvi hjá honum at møta nógvum vinum og kenningum, ið hann ikki hevur sæð í longri tíð.
- Afturat tónleikinum ætli eg bara at hugna mær við at práta við vinir og kenningar, og annars njóta tað góða veðrið, sigur Godwin at enda.