Góður streymur til útróður

Bara eitt línuskip er til fiskiskap í løtuni, og hetta skipið fiskar í íslendskum sjógvi.

Bara eitt línuskip er til fiskiskap í løtuni. Hetta skipið er í Íslandi og kemur væntandi heim at landa síðst í næstu viku.

 

in.fo skilir, at skipið, sum er í Íslandi, er Sandshavið.

 

Øll hini línuskipini liggja, men fara væntandi út aftur, tá hann blíðkar veðrið í vikuskiftinum.

 

Streymurin verður góður teir næstu dagarnar, og hóast veðrið tykist óstøðugt, væntar Fiskamarknaður Føroya kortini, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku.