Góður møguleiki hjá Manchester

Meðan hinir favorittarnir bíða inntil í morgin, so skulu bæði feløgini í Manchester í eldin í dag

Teir eru neyvan komnir seg heilt eftir 18. umfar, sum varð spælt í fyrrdagin, og í dag skulu teir aftur á vøllin í Onglandi. Har eru seks dystir á skránni seinnapartin. Millum liðini, sum skulu royna seg í dag, eru Manchester City og Manchester United. Felags fyri hesi bæði er, at tey higartil hava vunnið fulla úrtøku í tøttu jólaskránni.

Í dag eru bæði City og United favorittar. Manchester City fær vitjan av Crystal Palace, sum er á 17. plássi, og United skal spæla á útivølli ímóti Norwich, sum er á 14. plássi.

Við sigri í dag lyftir City seg heilt upp á tindin, og United kann við fullari úrtøku taka seg nærri toppinum, sum higartil í ár hevur verið langt burtur.

Øll hini liðini, sum eru í tøttu kappingini um fremtu plássini, skulu ikki spæla fyrrenn í morgin. Torførasta avbjóðingin bíðar Arsenal, sum á útivølli skal spæla ímóti væl upplagsda Newcastle. Størsti dysturin í 19. umfari verður á Stamford Bridge seinnapartin í morgin, tá ið Chelsea fær vitjan av Liverpool.

 

Í dag

West Ham-West Bromwich Albion kl. 12.45

Manchester City-Crystal Palace kl. 15.00

Aston Villa-Swansea kl. 15.00

Norwich-Manchester United kl. 15.00

Hull-Fulham kl. 15.00

Cardiff-Sunderland kl. 17.30

 

Í morgin

Newcastle-Arsenal kl. 13.30

Everton-Suuthampton 13.30

Tottenham-Stoke kl. 16.00

Chelsea-Liverpool kl. 16.00