Góður ítróttarandi í EM

Týska hondbóltssambandið roynir at gera alt fyri, at spaniumaður ikki fær leikbann.

Tað var ein hendingarríkur dystur, tá ið Spania í gjár vann 32-29 ímóti Týsklandi í EM-endaspælinum í Póllandi. Mest umtalaða hendingin var tá ið tíðin í fyrra hálvleiki júst var farin.


Spanski stórskjúttin Jorge Maqueda slapp at royna seg við einum seinasta fríkasti, men tað endaði við, at hann rakti týska liðskiparan, Steffen Weinhold, beint í andlitið, og fekk reytt kort fyri tað.


Eftir hendingina hevur týska hondbóltssambandið skrivað til evropeisku hondbóltssamgonguna, EHF, við einum ynski um, at Jorge Maqueda ikki fær leikbann fyri hendingina.


- Vit halda ikki, at tað var eitt álvarslit brot (á lógina, red.). Vit ynskja, at teir bestu spælararnir skulu spæla, sigur Bob Hanning, framsøgumaður hjá týska hondbóltssambandinum.


Bob Hanning greiðir eisini frá, at teir hava tosað við Steffen Weinhold um hendingina, og at hann sigur, at Jorge Maqueda var ógvuliga umberandi og harmur um tað, sum hendi.