Tríggir føroyskir landsliðsleikarar hava í løtuni sína dagligu gongd í Vejle, ið spælir í næstfremstu donsku deildini.
Viljormur Davidsen hevur verið fastur partur av liðnum í skjótt 2 ár, meðan Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad nýliga eru komnir til felagið.
Vejle hevur aftur í dag spælt venjingardyst, og enn einaferð gjørdu føroysku leikararnir um seg.
Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 2-0, meðan Jóan Símun Edmundsson aftur í dag fekk tvey mál fyri Vejle, tá hann skoraði til 3-0 og 4-0.
Sonni Ragnar Nattestad spældi í dag 60 minuttir fyri Vejle, meðan Jóan Símun Edmundsson spældi seinna hálvleik. Viljormur Davidsen var ikki við á liðnum hjá Vejle í dag, av tí at hann fekk ein snudd í seinasta venjingardystinum móti Silkeborg. Sum skilst, er talan tó ikki um nakran álvarsaman skaða hjá Viljormi Davidsen.
Dysturin hjá Vejle, sum var ímóti Brabrand endaði við 4-0 sigri til Vejle. Brabrand spælir annars eina deild lægri enn Vejle, og hevði í dag fyrrverandi B68 leikaran, Mads Rosenberg á liðnum.










