Tveir av trimum hagum gjørdu sær dælt av góðveðrinum í dag, og seyðurin fekk medisin.
Veðrið í dag var av tí besta, og tað gjørdu tveir hagar sær dælt av. Bæði Heimarahelvt og Junkarshagin løgdu til brots, og væl gekst í hond.
Longu klokkan 12.30 vóru tvær gongur í rætt og høvdu fingið medisin í Junkarshaganum, og so var farið niður undir í Kálaberg. Har vóru ærnar eitt sindur verri at fáast við, men tað gekk eisini.
Eisini í Heimaruhelvt gekst væl í hond, og menn vórðu tíðliga við hús aftur.










