Góður dagur hjá Viljormi og Jóan Símuni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Viljorm Davidsen, føroyskan landsliðsspælara hjá Vejle her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Viljorm Davidsen, verjuskansa hjá føroyska fótbóltslandsliðnum greiða frá 2-1 sigrinum hjá Vejle á Skive í dag. Viljormur og Jóan Símun Edmundson spældu allan dystin á tamb, og staðfestir Viljormur, at hann og Jóan Símun høvdu ein góðan dag á heimavølli í dag.

 

Tíverri fekk Sonni Ragnar Nattestad ikki nakra spælitíð, men Viljormur er vísur í, at tað gongur ikki long tíð, so fær Sonni Ragnar møguleikan aftur.