Góðu tit – gev mær møguleikan

- Gev mær møguleikan at koma á mína røttu hill. Tað er evnið á almennum kjakfundi í Miðlahúsinum í kvøld

- Lat meg sleppa at læra, lat meg sleppa at fáa eina útbúgving, lat meg sleppa í  starvsuppvenjing og hava møguleika at taka móti vaksnamannaundirvísing.

 

Soleiðis ljóða ynskini hjá nógvum føroyskum familjum, sum tala fyri tey ungu, ið bera eitthvørt brek.

Og hetta er eisini evni á almennum kjakfundi, sum verður í Miðlahúsinum í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19.

 

Tey, sum sita við pallborðið, eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Poul-Erik Foldbjerg, fyrrverandi leiðari fyri serundirvísing fyri ung í Danmark, Herleif Hammer, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeið,  Sonni Djurhuus, leiðari á Rásini og

Jørmund Foldbo, foreldur og formaður í autismufelagnum.

 

Tað er eingin ivi um, at øll skulu hava møguleikan, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað, sum skipar fyri fundinum.

- Fólk, ið bera brek, hava rætt til útbúgving á øllum skúlastigum og eisini eftirútbúgving, starvsuppvenjing og vaksnamannaundirvísing. Hetta hevur Løgtingið samtykt, tá tað samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, ella “breksáttmálan”, sum hann eisini verður nevndur.

 

- At finna sína hill, er tað sum er mest umráðandi í okkara lívi. At kenna seg at vera komnan á rætta plássið, at kenna, at tú gert nakað til nýttu og ert ein partur av teimum, tú ert saman við.

- Men í dagsins samfelag, eru tað langt frá øll, ið fáa møguleikan, at komu á røttu hillina, staðfestir forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað.

 

Hon sigur, at nógvar familjur flyta av landinum, tí onki er at fara til, tá barnið ella tann ungi, er liðugur við fólkaskúlan.

- Heldur henda støðan fram, vera vit øll taparar. Fyrst og fremst tann tað rakar, men so sanniliga alt samfelagið.

 

- Vit missa okkara ungu, ofta systkini við og vit missa foreldrini. Harumframt fara vit ongan førleika at hava til undirvísing og menning av teimum, ið bera brek, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.