“Politikarin hugsar um komandi val, hin vísa um komandi ættarlið”
Við hesum sitati fari eg inniliga at heita á tykkum um, at geva mær tykkara stuðul til valið í morgin.
Tit kunnu vera vís í, at eg eri trúgv móti teimum hugsanum eg havi borið fram á valfundum og við boðskapin í teim greinum eg havi skrivað upp til hetta løgtingsval.
Stríðið stendur nú um, hvørt vit vilja hava vend í førda politikkin, og velja eina nýggja stjórn. Mín vón er, at tit sum fara á val, velja ta tryggu loysnina fyri føroyska samfelagið og fyri føroyska fólkið. Tað er nú vit hava møguleika fyri, at venda gongdini.
Eg havi bjóðað meg fram, sum umboð fyri eitt rættvíst og framtíðartryggjað samfelg fyri øll. Eitt samfelag har stættarmunurin verður minni, eitt samfelag, har eingin verður útihýstur ella gloymdur, eitt samfelag, har mentan, náttúra og djóralív verða vird og vard og eitt samfelag, har ríkidømið og fólksins ogn kemur øllum borgarum til góðar, eitt samfelag, har fólk trívast.
Tær avbjóðingar, sum nólsoyingar og Nólsoyggin hava, eru tíðandi mál at taka hond um, ongantíð ov skjótt. Trivnaður er kjarnin í menningini á oynni, og við øllum tí áræði og lívshuga sum eyðkennir tykkum, sum búgva í Nólsoy, so eru útlitini fyri framtíðini hjá komandi ættarliði sera bjørt.
"Tjóðveldi er ein hugsjón, ein rørsla og ein politiskur flokkur, sum stríðist fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javnrættindum fyri alt fólkið í landinum."
Valið er títt, um landið skal vera frítt. Gott val.










