Flakatrolarin Enniberg varð tikin, tá norsku myndugleikarnir søgdu seg hava sæð, at fiskur varð tveittur fyri borð. Sektaruppskotið er 430.000 norskar krónur, og hesum hevur reiðaríið veitt trygd fyri, so skipið kann sleppa til fiskiskap aftur.
Men skiparin vil ikki hava sitandi á sær, at teir hava gjørt nakað ólógligt.
- Vit eru komnir her fyri at fiska og producera. Ikki fyri at tveita fisk út, sigur Sonny Johannesen við Kringvarpið. Hann sigur, at teir hava hugt eftir teimum trimum sjónbondunum, sum verða nýtt sum próvførsla móti skipinum, men hann dugir við sínum besta vilja ikki at síggja, at hesi á nakran hátt vísa, at fiskur er tveittur fyri borð.
Sonny Johannesen sigur, at talan er um burturkast frá framleiðsluni - høvd og garnar, og at eingin fiskur er tveittur fyri borð. Og at teir tí als ikki kunnu góðtaka sektaruppskotið.
Dómur verður helst sagdur í málinum um tvær vikur.