Góðkenning til skipaupphøgg á Skála

Eitt smápartafelag hevur nú fingið góðkenning at høgga skip upp á Skála og at hava jarngoymslu í Skálafirði.

Sp/f 12-08-19 hevur fingið umhvørvisgóðkenning at høgga skip upp á Skála og at hava jarngoymslu í Skálafirði.

 

Hetta veit Umhvørvisstovan at siga í dag. Stovnurin hevur nevniliga veitt smápartafelagnum umhvørvisgóðkenning til at hava goymslu til gamalt jarn og metal á ídnaðarøkinum oman fyri bátahylin í Skálafirði.

 

- Tilfarið stavar frá upphøgging av bátum og skipum. Góðkenningin leggur serligan dent á, at virksemið er væl skipað, og at lendið og spillivatnsleiðing eru skipað og gjørd soleiðis, at tey halda dálkandi tilfari aftur. 

 

Umhvørvisstovan veit at siga, at smápartafelagið eisini hevur fingið góðkenning at høgga skip upp við Monteringsbryggjuna í Skála havn, og góðkenningin fevnir um bátar og skip, sum eru styttri enn 50 metrar.

 

- Umframt vanligu treytirnar um óljóð og útlát verður dentur lagdur á, at virksemið verður skipað soleiðis, at tað í minst møguliga mun dálkar bryggjuøkið, havnina og fjørðin.

 

Miðjast skal eisini eftir, at so nógv tilfar sum gjørligt frá virkseminum verður skilt á staðnum, so tað kann endurnýtast ella endurvinnast, og at burturkast frá upphøggingini verður handfarið, goymt og avskipað so regluliga og skynsamt sum gjørligt.

 

- Sambært havumhvørvislógini er ikki loyvt at søkkja bátar og skip. Sambært viðmerkingunum til lógina er søkking bannað, bæði sambært London-sáttmálanum og OSPAR-sáttmálanum, sigur Umhvørvisstovan.