Góðkenning er ikki eitt krav til sjúkraflutning

Tyrlupallurin í Skopun er ikki góðkendur, men tað er bara krav í sambandi við rutuflúgving


Tað er ikki ein treyt, at tyrlupallar, sum verða brúktir til sjúkraglutning og bjarging kring um í landinum, skulu vera góðkendir av loftferðslumyndugleikunum.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, nú Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um lendingaviðurskiftini hjá tyrluni í Sandoynni.

 

Jørgen Niclasen sigur, at kring landið eru nakrir tyrlupallar, sum loftferðslumyndugleikarnir ikki hava góðkent, eitt nú tann í Skopun.

 

Men teir verða bara brúktir til onnur endamál enn rutusamband, eitt nú í sambandi við sjúkraflutning og tað er eingin forðing fyri tí.

 

Tá tað ræður um tyrluflúgving til støð, har eingin almennur tyrlupallur er, í sambandi við aðra flúgving enn rutuflúgving, hevur tyrluskiparin loyvi til at lenda aðrastaðni enn á góðkendum tyrlupalli.

- Í hesum føri áliggur tað tyrluskiparanum at tryggja sær, at viðurskiftini á staðnum eru í lagi, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at kemur áheitan um at bøta um lendingarviðurskiftini í Sandoy, kann tað takast upp í sambandi við tá ið fíggjarlógin verður løgd.