Góði veljari 


Havi javnan verið alment frammi við meiningum um ymisk aktuell evni og um politikk sum heild. Hetta lata vit liggja í hesum skriv, her fokus verður sett á mín uppvøkstur og lívsleið. So kanst tú sum veljari hava eina hóming av, hvaðan rótin hjá mær rann.

Havi javnan verið alment frammi við meiningum um ymisk aktuell evni og um politikk sum heild. Hetta lata vit liggja í hesum skriv, her fokus verður sett á mín uppvøkstur og lívsleið. So kanst tú sum veljari hava eina hóming av, hvaðan rótin hjá mær rann.

Á valinum 2011 tók eg tað sum, at veljarin bað meg halda ein steðg frá politikki.

 

Út á arbeiðsmarknaðin og undir hægri útbúgving

Tí fekk eg høvi at koma út á vanlliga arbeiðsmarknaðin, umframt at nýtti tíðina at styrkja meg fakliga. 


 

Stutt eftir valið fekk eg arbeiði sum samskipari hjá NORA í ½ tíð. 
Samstundis fór eg undir at gera bachelor útbúgvingina í stjórnmálafrøði lidna og fekk prógvið handað í juni 2013.

 

Valdi síðan at halda fram við lesnaðinum  - nú við Master í lóg. Har vantar ritgerðin og ein onnur próvtøka.

 

Familjan

Eg eri gift við Páll Olsen av Skála, hann er sonur Brynhild Olsen, fødd Jarnskor úr Gøtu, og Eliesar Olsen av Skála. Vit eiga trý børn, sum øll ganga í skúlanum við Løgmannabreyt. Páll er eisini pápi Lisu, sum arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum.

 

Ættarbond

Eg eri ættað av Strondum. Dóttir Simonu Frederiksberg, fødd Abrahamsen, og Henry Frederiksberg. Pápi fórst við Stathav í 1994, og minnast vit hann sum ein góðan róligan og stuttligan pápa. Mamma giftist uppaftur í 2008 við Joen Carl Danielsen av Strondum, sum nógv kenna frá føroyskum dansi og seyðahaldi, og sum okkara børn kenna sum teirra fantastiska abba.

 

Barnaheimið á Fríðriksmørk

Eg havi nógv gott at minnast aftur á míni barnaár. Var yngst av fýra systkjum. Heimið var nokk tað man kallar eitt vanligt arbeiðaraheim. Har var rættiliga nógv virksemi allan dagin.

 

Pápi

Pápi var bóndi, hondverkari og arbeiddi nógv á Skála Skipasmiðju og tey síðstu árini silgdi hann við Stathav.

 

Mamma

Mamma hevur altíð verið sera virkin - bæði sum arbeiðskona og verið í nógvum virksemi í Eysturoynni. Hon hevði handil í kjallaranum øll míni barnaár. Seinni arbeiddi hon á flakavirkinum Bátafisk og sum handilskona í øðrum handli í bygdini.

 

“Hjá Henry”

Handilin hjá okkum varð kallaður “hjá Henry”. Ein søga er um ein smádrong av Strondum, sum møtti mammu míni í Havn, tá skuldi hann siga við mammu sína: “Mamma, hygga Henry”. Hetta var í teimum døgum, tá ið tað vóru eini 10 handlar á Strondum, ein kiosk, ein pylsuvognur, tvær automatir, tveir bankar og eitt posthús. Í dag er éin handil - og onki av hinum.

 

Bóndadóttir

Pápi mín og abbi vóru báðir bøndur. Kongsbøndur kallaðu vit tað tá, og festið hevði verið í familjuni í 13 ættarlið. Pápi var ættleiddur og einasti sonur. Tað vóru Jógvan abbi og pápi, sum bygdu fjósið Innan Glyvur, sum Bjartalíð festir í dag. Pápi segði festið frá sær einaferð síðst í 80-árunum, tá Niels Thomsen – Niels bóndi – tók yvir.

 

Ítróttur

Øll vit 4 systkini vóru virkin í ítrótti barna- og ungdómsárini. Bæði í flogbólti og hondbólti og beiggjarnir eisini í fótbólti. Beiggjarnir Símun Pauli, sáli og Jógvan Óli spældu nógv við 1.deild hjá STÍF. Og systir okkara Ketty spældi nógv hondbólt. Jógvan Óli er enn venjari hjá liðunum, sum genturnar hjá Símun Paula spæla við í dag.

 

Samfelagskjak

Um politikkur ikki júst myndaði døgverðaborðini heima, varð hildið sjálvsagt, at vit fylgdu við Degi og Viku, og at tað var friður, tá ið tíðindini vóru. Og so hoyrdi tað til alment dannilsi, at man sum húskið helt í øllum førum eitt av bløðunum.

 

Til USA

Tá eg var liðug við 10.flokk fór eg eitt ár til USA sum AFS-næmingur. Har gekk eg í High-school og búði hjá eini fittari familju nærindis Chicago. Nú 30 ár eru liðin, síðan eg kom til familjuna, kann eg gleða meg til , at familjan fyri fyrstu ferð kemur at vitja meg í næstu viku.

 

Lærari

Eg varð útbúgvin lærari í 1992 og arbeiddi sum lærari í 6 ár. Tá eg hevði verið í landspolitikki í eitt ár, fór eg úr starvið og arbeiddi síðani fulla tíð sum politikkari til valið 2011.

 

Andstøðan framat

Nú nýtt løgtingsval stendur í durum vóni eg, at verandi andstøðu flytir sæti og kemur í samgongu. Haldi, at samfelagið hevur tørv á einum skifti í føroyskum politikki.

 

Mær dámar sera væl allar andstøðuflokkarnar og vænti, at vit koma at hava eitt gott og gevandi samstarv, har visjónir og pragmatiskar og føroyskar loysnir koma at mynda samstarvið.

 

Eg vóni at eg á valinum komandi fái veljarans stuðul, og at Tjóðveldi fær eitt rimmar val.

 

Haldi, at vit hava ein fantastiskan lista við sera góðum valevnum og lagi er gott á fólkið og samanhaldið somuleiðis.

 

Við tjóðveldiskvøðu

Annita á Fríðriksmørk