- Tað er ringt at seta seg í tína støðu, tí tað eru fá í heiminum, ið hava hegni og vilja at koma í ta støðu at rógva eina finalu í OL. At tað ikki eydnaðist at røkka tí máli, tú hevði sett tær - tað harmast vit um.
Soleiðis skrivar borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, á heimasíðuni hjá Vága kommunu í dag, eftir at finalan í OL varð rógvin síðstu nátt, og Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum fjórða plássi.
- Tað er eitt, vit ikki skulu gloyma. Tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll eru ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum.
Bjarni Prior vísir á, at tað var ein deilig kensla at hoyra øll, sum vóru komin saman síðstu nátt og sum viðurkennandi klappaðu fyri tær, tá róðurin var lokin.
- Øll vistu, at tú gav tað, tú hevði, skrivar borgarstjórin.
Borgarstjórin nýtir eisini høvi at takka Miðvágs Róðrarfelag fyri at skipa eitt fyrimyndarligt kvøld, har stoltleikin lýsti úr øllum teimum, ið riggaðu til.
Bjarni Prior ber í skrivinum á heimasíðuni hjá Vága kommunu Sverra Sandberg Nielsen at enda hesa heilsan:
- Um tøkini framyvir verða í single sculler ella á aðrari lívsins leið, so vilja vit ynskja tær alt tað besta, vóru seinastu orðini hjá borgarstjóranum í heilsanini til kendasta føroyska rógvaran.
##med2##