Góði jólamaðurin!

Nú eingin sigling hevur verið um Skopunarfjørð í dag, eru tað tey, sum seta sítt álit á jólamannin.

Nú eingin sigling hevur verið um Skopunarfjørð í dag, eru tað tey, sum seta sítt álit á jólamannin.

 

Ein av teimum, sum arbeiðir í røktini í miðstaðarøkinum og sum plagar at sigla ímillum við Teistanum, er Anna Elisabeth Krog.

 

Á sínari facebook-síðu í dag skrivar hon soleiðis:

 

- Góði jólamaðurin, nú vit einki samband hava inn á meginøkið - kann tú ikki lata okkum fáa ein undirsjóvartunnil við perum í loftinum nú beinavegin?

 

Mong kunnu ynskini vera til jólamannin, nú vit eru í jólamánaðinum, men ivaleyst hevði rættara adressan í hesum førinum verið Gerhard, Páll ella Brandur.