Góði ÍF viljin var ikki nóg mikið

MyPa 47 megnaði málleysan javnleik og harvið heldur finska liðið fram í Europa

Heldur ikki í hesum umfarinum eydnaðist tað ÍF at spæla seg víðari í europeisku kappingini. Samlaða tapið ímóti finska MyPa 47 var so tepurt, sum tað bar til. Í dýrdarveðrinum í kvøld endaði tað málleyst á Tórsvølli. Fyri viku síðani vann MyPa 47 1-0 á heimavølli, og harvið er tað greitt, at tað verður finska liðið, sum fer at halda fram í Europa liguni.

 

Hjá ÍF ráddi tað í fyrstu atløgu um at halda tætt í verjuni. Tað eydnaðist væl og virðiliga. Beinanvegin eftir steðgin legði ÍF meiri í álopspartin, og fyrsta lítla hálva tíman eftir steðgin var tað ÍF, sum arbeiddi fyri at mynda álop, meðan MyPa 47 hevði nógv fólk í verjustøðu.

Í fleiri førum vóru ÍF innleggini góð, og eftir hornaspørk vóru tað spentar støður. Tað eydnaðist tó ongantíð hjá fuglfirðingum at spæla seg til heilt upplagdan málmøguleika. Tættast við vóru teir, tá ið Bogi Reinert Petersen í góðari støðu var um reppið at fáa høvdið undir bóltin eftir innlegg frá Leivi Joensen, sum í kvøld var vongverji í høgru.

 

Síðstu tíggju minuttirnar spenti ÍF álopsbogan, tá ið Bartal Eliassen varð fluttur fram í álopið.

Hesa løtuna var MyPa 47 í trimum førum tætt við, men Jákup Mikkelsen vardi væl.

Sjálvand er tað vónbrot hjá ÍF ikki at røkka longri í Europa. Avrikið í kvøld ber boð um, at liðið á ólavsøku er væl fyri at fara undir síðsta partin av landskappingini.

 

ÍF-MyPa 47 0-0

MyPa 47 samantaldur vinnari við málmuninum 1-0

Dómari: Boško Jovanetić úr Serbia

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard (Frank Poulsen, 80.), Karl Løkin, Høgni Zachariassen, Nenad Saric –Bogi Reinert Petersen, Kristoffur Jakobsen (Levi Jøkladal 88.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hallgrím G. Hansen, Fritleif í Lambanum, Aleksandar Jovevic, Arnold Kristiansen

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Bartal Eliassen, Poul Nolsøe Mikkelsen

Venjari: Albert  Ellefsen

 

---

LIÐUGT

0-0

MyPa 47 samantaldur vinnari við málmuninum 1-0

---

4 minuttir lagdir aftrat.

90) 0-0

Levi Jøkladal er komin á vøllin í staðin fyri Kristoffur Jakobsen. 

89) 0-0

Tað er sera lívligt. Eftir gott álop og innlegg úr høgru frá Leivi Joensen var um reppið, at Bogi R. Petersen stútaði bóltin í málið, áðrenn verjuspælari beindi bólotin burtur, og í næsta MyPa 47 álopinum stórbjargaði Jákup Mikkelsen eftir skot av brotsteigarmarkinum.

 

85) 0-0

MyPa 47 hevur havt bóltin í netinum, men tað varð veittrað fyri rangstøðu, og løtu seinni bjargaði Jákup Mikkelsen til horna eftir gott langskot. Eftir horna var enn eitt skot av brotsteigarmarkinum, men tað fór við síðuna av málinum.

 

80) 0-0

Bæði liðini stríðast av lívsins kreftum hetta vakra summarkvøldið.

Ari Ó. Ellingsgaard verður avloystur av Frank Poulsen, sum verður settur inn í verjuna, og so er Bartal Eliassen fluttur fram í álopið.

 

75) 0-0

Tíðin er so smátt farin at ganga undan, og ÍF megnar ikki at varðveita stóru yvirvágina, sum heimaliðið hevði fyrra partin av 2. hálvleiki. Spurningurin er nú, nær álopsbogin skal verða spentur, og eitt nú Bartal Eliassen verður sendur fram í álopið.

 

70) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað verður framvegis bíðað eftir heilt upplagda málmøguleikanum. ÍF er greitt omaná, men tað er framvegis MyPa47, sum hevur kós ímóti næsta innleiðandi umfari.

 

65) 0-0

ÍF pressar, og nú hava fleiri spentar støður verið eftir horna: eftir innlegg úr høgru varð royndi Nenad Saric seg, men bólturin varð blokeraður til horna. Kristoffur Jakobsen royndi seg eftir horna, men bólturin fór ein metur skeivu megin stólpan, og tá ið Jan Ó. Ellingsgaard royndi seg við fínum innleggi úr vinstru, men eingin reyður var í  brotsteiginum.

 

60) 0-0

Fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki hevur vandi verið á ferð í ÍF brotsteiginum. Tað var eftir langa frísparksframlegging, men bólturin varð beindur til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

55) 0-0

ÍF er nógv meiri álopssinnað eftir steðgin. Fleiri eru í brotsteiginum, tá ið tað verður lagt innfyri, og eftir horna úr høgru var heilt vandamikið.

 

50) 0-0

Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru í 1. hálvleiki. Bestu royndina higartil hevði Bogi Reinert Petersen, men stútarin hjá honum fór omanfyri tvørtræið. Kristoffur Jakobsen var arkitektur í uppspælinum, og Leivur Joensen átti innleggið.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

45) 0-0

Í kortum stendur ikki so væl til hjá ÍF. Nú hevur triði maðurin í reyðari troyggju sæð gult. Hesa ferð var tað miðverjin Poul N. Mikkelsen, sum feldi mótstøðumann, ið var á veg í heilt góða støðu.

 

Ein minuttir lagdir aftrat!

45) 0-0

Í kortum stendur ikki so væl til hjá ÍF. Nú hevur triði maðurin í reyðari troyggju sæð gult. Hesa ferð var tað miðverjin Poul N. Mikkelsen, sum feldi mótstøðumann, ið var á veg í heilt góða støðu.

Nú er langt síðani, at fuglfirðingar vóru í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum.

 

 

40) 0-0

Trýstið er framvegis á ÍF hálvuni. Besti málmøguleikin síðstu løtuna var, tá ið MyPa47 royndi seg við frísparki úr 17 metrum og eitt sindur til høgru. Bólturin sigldi omanfyri manngarðin og væl omanfyri tvørtræið.

 

Bartal Eliassen hevur sæð gult fyri fríspark.

 

35) 0-0

Síðstu løtuna hevur tað mesta ginið fyri seg á ÍF hálvuni. Tað hevur ikki verið vandamikið, hóast MyPa47 hevur havt eitt hornaspark.

 

30) 0-0

Eftir gott uppspæl í vinstru og diagonalsending smekkaði Ari Ó. Ellingsgaard til av b rotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru, men málverjin hálvbjargaði, og so varð bólturin stýrdur út til horna, sum einki kom burturúr, hóast støðan var ikki sørt spent, tí málverjin misti bóltin.

 

25) 0-0

Tað er sera friðarligt. Gestirnir kennast nøgdir við støðuna, sum er, at teir eru frammanfyri við einum máli eftir dystin í Finnlandi, og fuglfirðilngar eru sera varnir, tí teir vilja framum alt fyribyrgja, at mótstøðuliðið fær málið á útivølli, sum fer at geva teimum risa fyrimun.

 

Ari Ó. Ellingsgaard hevur sæð gula kortið fyri fríspark. 

20) 0-0

Higartil hava málverjarnir ongantíð verið noyddir at royna seg.

MyPa er meiri á bóltinum. Finska liðið hevur nakrar ferðir roynt seg við innleggum, men tey hava ikki verið nóg neyv.

 

17) 0-0

MyPa hevur havt vandamikið fríspark úr spískum í høgru, men Høgni Zachariasen stútaði bóltur burtur. Gestirnir eru meiri á bóltinum nú, enn teir vóru fyrstu løtuna.

 

10) 0-0

ÍF hevur verið omaná fyrstu løtuna, men talan hevur ikki enn verið um upplagdar málmøguleikar.

 

1)0-0

Tað eru av fagrastu líkindum á Tórsvølli

 

ÍF-MyPa kl. 19.00

Dómari: Boško Jovanetić úr Serbia

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Høgni Zachariassen, Nenad Saric – Bogi Reinert Petersen, Kristoffur Jakobsen