Amerikanski sjónleikarin James Caan er deyður.
Hann gjørdist kendur í leiklutinum sum Sonny Corleone í filminum Godfather, ið fólk í hópatali hugdu at á sinni.
Fyri leiklutin sum Corleone var Caan í uppskoti til ein Oscar og Golden Globe.
Familjan hjá Caan hevur kunngjørt á sosialum miðlum, at hann andaðist 6. Juli 2022.
James Can hevði undanvind á yrkisleið síni, og er ikki bert kendur frá filminum Godfather.
Til dømis var hann við í Dogville hjá Lars von Trier. Hann spældi eisini í The Gambler, Eraser og fleiri.
James Caan gjørdist 82 ára gamal.