Góðar vónir um varskógvaraskipan

Málið liggur enn í nevnd, men Kristina Háfoss hevur góðar vónir um, at samgongar fer at taka undir við uppskotinum.

6. novembur legði Kristina Háfoss fram uppskot um at seta í verk eina varskógvaraskipan fyri fólk í almennum starvi. Ynski var at geva starvsfólkum innan tað almenna møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot umvegis dulnevnda fráboðan, umframt at rættindini hjá tí, ið varskógvar, skulu tryggjast við lóg.

 

Málið var til fyrstu viðgerð 18. novembur og var haðani beint í fíggjarnevndina. Vanliga hava nevndirnar ein mánað at viðgera mál, men málið um varskógvarar liggur enn í fíggjarnevndini, nú á fjórða mánaði.

 

Kristina Háfoss, sum eigur uppskotið, situr sjálv í fíggjarnevndini, og sigur, at arbeitt verður enn við málinum í nevndini, og tí hevur hon ikki strongt á fyri at fáa málið úr nevnd aftur.

- Fíggjarnevndin hevur arbeitt við málinum, fyri at fáa eina semju, og tað letur til, at ein meiriluti í fíggjarnevndini er fyri uppskotinum, sigur Kristina Háfoss. Tó sigur hon tað vera meiri ivasamt, um samgongulimirnir í fíggjarnevndini megna at fáa sínar samgongufelagar at atkvøða fyri uppskotinum.

 

Hon hevur sjálv góðar vónir um, at málið skal verða samtykt.

- Í uppskotunum til ríkislógartilmæli, sum løgtingið viðgjørdi í gjár, mælir samgongan til, at krevja av føroysku bankunum, at teir seta eina varskógvaraskipan í verk. So vildi verið nátúrligt, at seta eina tílíka skipan í verk innan tað almenna eisini, sigur tingkvinnan hjá Tjóðveldi.

 

Hon sigur, at hon skilir væl, at mállið hevur drigið út.

- Fíggjarnevndin hevur úr at gera seinast í árinum og um ársskiftið, so at tílík mál verða sett eitt sindur til síðis, meðan átroðkandi fíggjarmálini verða avgjørd, er væl skilligt, sigur hon, sum tó væntar, at málið kemur aftur úr nevnd í hesi vikuni ella í næstu viku.