Fiskamarkaður Føroya seldi í morgun sløk 70 tons av fiski fyri stívliga eina miljón krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 15,19 krónur fyri kilo.
Størsta nøgdin á søluni í morgun var toskur, sløk 30 tons tilsamans. Mest var av toski 3 og toski 4, sum fingu miðalprísin 19,72 og 14,57 krónur fyri kilo.
Dýrasti toskurin – toskur 1 - fekk miðalprísin 20,56 krónur fyri kilo.
Stívliga 20 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin á 14,57 krónur fyri kilo. Hýsa 3, sum næst mest var av, fekk 14,73 fyri kilo – ella nøkur oyru meira enn hýsa 2.
Á marknaðinum í morgun var eisini nakað av kongafiski og svartkalva. Dýrasti kongafiskurin fekk 19,80 krónur fyri kilo – og svartkalvi fekk 26 krónur fyri kilo.