Godafoss: Eldurin sløktur

Eldurin, sum kyknaði í morgun er sløktur og tamarhald er á støðuni

Eldurin, sum kom í íslendska farmaskipið, Godafoss, vestan fyri Mykines í morgun, er nú sløktur

Tíðliga í morgun fekk MRCC í Føroyum boð um, at eldur var komin í skorsteinin á íslendska farmaskipinum Godafoss, einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines, á veg til Íslands.

 

 Veðrið er einki serligt, útsynningur 17-20 m/s við tungari aldu. Eitt annað  íslendskt farmaskip Arnafell er nærhendis og fór ímóti skipinum.

 

Íslendski bjargingarflúgvarin fór úr Íslandi og úr Føroyum fóru bæði Brimil og Tjaldrið ímóti Godafossi, samstundis sum føroyska tyrlan stóð klára at fara, umframt tvær íslendskar.

 

Men nú klokkan níggju í morgun boðaði Godafoss frá, at eldurin var sløktur og skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. 

 

Skipini, sum vóru ávegis móti Godafoss hava nú fingið boð at venda við aftur, sigur MRCC í Føroyum.


Upplýst verður, at 16 mans eru við Godafossi.