Eitt djúpt lágtrýst yvir suðurskandinavia fer í ein norðan og ein hátrýstsryggur í ein útsynning úr Føroyum flytir seg í ein eystan, meðan køld og turr luft streymar yvir Føroyar frá vestri og útnyrðingi. Sunnudagin trokar eitt brúgvalag við regni seg til Føroya úr vestri.
Veðurvánirnar fríggjadagin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, seinni vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan. Um náttina gul til stívt andøvgsul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, men um náttina makar hann vindin nakað. Skýggjað, men regn seinnapartin og um kvøldið. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin um 10 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og í støðum regn. Hitin um 10










