Danska veðurstovan DMI roknar við, at góða veðið heldur fram. Tað verður turt næstu dagarnar, og partar av tíðini verður sól.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi. Samdrigið og turt, men seinnapartin nakað av sól. Í nátt mest skýggjað og turt veður. Hitin verður millum 8 og 11 stig.
Annan hvítusunnudag vera 3-8 m/s av útsynningi, um kvøldið av landnyrðingi. Skýggjað, men út á dagin nakað av sól. Hitin verður millum 8 og 11 stig.
Týsdagin vera 3-8 m/s av landnyðringi, seinni 5-10 av eystri. Nakað av sól. Hitin millum 8 og 11 stig.