Á løgreglustøðini í Havn siga tey í morgun, at ein varð tikin fyri at koyra fullur á knallert í býnum í nátt. Í einum øðrum føri fóru menn til hendurs, men bardagin hasaði av, áðrenn meiri spurdist burturúr.
Tað var eisini friðarligt gjáranáttina, og løgreglan sigur, at tað kemst uttan iva av tí góða veðrinum.