Góða gongdin heldur fram

P/F Formula framleggur annað árið á rað ein roknskap við sera góðum úrsliti.

Stóri føroyski veitarin innan kunningartøkni, P/F Formula, heldur fast um góðu gongdina frá 2013 og kann annað árið ár rað framleggja ein roknskap við sera góðum úrsliti. Hetta skrivar heimasíðan www.bl.fo í dag.

 

Roknskapurin vísir, at bruttoúrslitið í 2014 var slakar 45 mió, ið var heldur betri enn undanfarna ár. 

 

Úrslitið eftir skatt gjørdist slakar 6 mió kr, í mun tll 6,7 mió í 2013. Munurin í mun til 2013 stavar frá størri avskrivingum í sambandi við nýggjar íløgur í hýsingtænastur. 

 

Avkastið av eginognini var í fjør 17,3 % og gjaldførið er sera gott. 

 

Í leiðslufrágreiðingini skrivar leiðslan, at grundarlagið undir góða úrslitinum í fjør er ein áhaldandi tálman av útreiðsluvøkstrinum, øktum framleidni, saman við miðvísum íløgum í altjóða góðkenningar og útbúgving av starvsfólkahópinum. Samanberingar av lyklatølum við aðrar líknandi KT-fyritøkur, útlendskar ein væl sum føroyskar vísa, at Formula liggur millum tær bestu. 

 

Fíggjarjavnin javnvigar við slakar 63 mió kr. Eginpeningurin við árslok var góðar 37 mió kr.Eginfíggingin er 60% og gjaldførislutfallið er 190% sum sera gott. 

 

Meðaltalið av starvsfólkum hjá P/F Formula var í fjør 72.