Eitt reint hattrick hjá Meinhardi E. Olsen fyri Mjøndalen uppá sjey minuttir, skotið millum 12. og 19. minutt í 4-1 heimasigrinum á Sandnes ULF, umframt eitt gott avrik hevur givið endurljóð í Noregi.
Tað má vera sjáldan, at eitt hattrick er skotið eftir sjey minuttir í teimum bestu norsku deildunum. Neyvan hendir tað ofta í einum kappingarári.
Meinhard fær fyri góða avrikið pláss í høgra borðinum á miðvøllinum á vikuliðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hesaferð.
Her sæst vikuliðið í OBOS-liguni, ið næstbesta deildin í Noregi verður nevnd:
##med2##












