Góð útlit til útróður í næstu viku

Í vikuni, sum kemur, koma fleiri línuskip inn at landa.

Eitt ella tvey línuskip koma inn at landa mánadagin. Skipini hava mest av longu, toski og nakað av svartkalva og blálongu.

 

- Seinni í vikuni koma helst trý línuskip av Reykjanesrygginum. Tey hava mest av toski og nakað av svartkalva og blálongu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey onnur línuskip aftrat koma inn at landa í vikuni, sum kemur, og hesi skipini hava mest av longu og nakað av brosmu.

 

Umstøðurnar hjá útróðrarbátum verða góðar í næstu viku.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. Væntandi er tí, at nakað verður av útróðri.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og hvítingi - og onkur fiskar eisii við kalvalínu.