Góð útlit til nógvar bátar

Í gjárkvøldið savnaðust einir 30 frítíðarbátar í Søldarfirði, har bátafólk hugnaðu sær óført.

Tað eru øll góð útlit til, at nógvir bátar verða við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir tíðliga seinnapartin í dag.

 

Veðrið er gott. Tað er turt, og sólin sær.

 

Í gjárkvøldið byrjaði líka sum starturin til bátafestivalin á Toftum, har einir 30 frítíðarbátar savnaðust í Søldarfirði til hugna og sang.

 

In.fo var ein túr í Søldarfirði, tá viðhefta mynd varð tikin, og tá rungaði lívligur sangur og harmonikutónleikur úr tjaldinum á bryggjuni.

 

Um ein tíma ella so fara bátarnir, sum verða við í siglingini, at savnast í Skálafirði, og síðan verður stevnt út á Toftir og inn í deksbátahavnina í Oyrunum.

 

Tá bátarnir hava lagt til bryggju á Toftum, fer forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, at bjóða vælkomin og siga nøkur orð.

 

Harmonikuliðið fer at spæla, og borðreitt verður við suppu í matarhøllini á flakavirkinum.

 

Nógv ymiskt er á skánni á Toftum í dag og í kvøld, og skráin fyri bátafestivalin kann lesast á heimasíðuni - www.nes.fo