Góð úrslit av at skjóta grágæs

- Tað hevur gjørt stóran mun fyri bøin hjá okkum, at vit fingu loyvi at skjóta gæs. Tað sigur Petur Mohr Jacobsen av Strondum, sum er røktingarmaður innan Glyvur.

- Tað hevur gjørt stóran mun fyri bøin hjá okkum, at vit fingu loyvi at skjóta gæs. Tað sigur Petur Mohr Jacobsen av Strondum, sum er røktingarmaður innan Glyvur.

 

Grágásin hevur seinnu árini verið ein vaksandi trupulleiki hjá bøndrum. Umframt at eta grasið, traðkar hon tað niður og hon dálkar eisini illa. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at bøndur sum fyrr slerdu grasið tvær ferðir um árið, nú einans kunnu sláa einaferð.

 

Fyri at bøta um henda trupulleikan samtykti løgtingið í fjør, at bøndurnir skuldu kunna søkja um loyvi til avmarkaða veiðu eftir grágás, og nú eitt gott ár seinni, sær út til, at hetta hevur gjørt góðan mun.

 

- Í fjør kundu einar 100 gæs sita í bønum hjá okkum, men nú er talið nógv minkað, sigur Petur Mohr Jacobsen.

 

- Eg skeyt nakrar beinan vegin í vár, men tá tú fyrst hevur skotið nakrar, so verða tær styggar, og tí verður avmarkað, hvussu nógv verður skotið. Men úrslitið er gott, sigur hann.

 

Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni sigur, at tey hava givið eini 30 – 40 loyvi at skjóta gæs, og at størsti parturin av teimum sum hava fingið hesi loyvini eru mjólkarbóndur.

 

Lógin sum gevur loyvi at skjóta grágás er fyribils galdandi til 1. juni 2017.