Góð undirtøka fyri Vetrarkappingini

Vetrarkappingin byrjaði í gjár við metstórari luttøku

Í gjár var tann fyrsta av tilsamans átta rennikappingum í árligu Vetrarkappingini.

Fyrsta umfarið var í gjár í sambandi við siðbundnu renningina "Runt Agnið" í Eysturoynni, sum er ein teinur á 10,3 kilometrar.

Fleiri enn 80 rennarar runnu teinin frá Tofta skúla niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið var á vegnum oman til Tofta kei.

Marnar Djurhuus vann ein tryggan sigur hjá monnunum, meðan hjá kvinunum varð tað Rigmor N. Arge, ið gjørdist greiður vinnari.

Næsta umfar í Vetrarkappingini verður leygardagin 23. november, tá Náttúrurenningin við Kerjar er á skránni í Havn.