Góð tíðindi um omikron-frábrigdið

Omikron hevur víst seg at vera sera smittandi, men nú eru góð tíðindi um hetta frábrigdið.

 

Fólk, sum verða smittað við omikron, eru í 50 til 70 prosent minni vanda fyri at fáa tørv á sjúkraviðgerð samanborið við onnur frábrigdi av korunu.

 

Tað vísir ein størri kanning sambært BBC. 

 

Bretska Health Security Agency vísir á, at áður kend úrslit um kanningar av omikron hava verið positiv, men stovnurin tekur kortini fyrivarni fyri, at frábrigdið framvegis kann hava við sær, at eitt stórt tal av fólki verða innløgd.

 

Hildið verður, at enn er ov tíðliga at siga neyvt, hvussu gongdin fer at verða við hesum lutfalsliga nýggja frábrigdi, sum omikron er.

 

Eitt úrslit í kanningini er, at booster-koppsetingin, sum triðja sproytan ofta verður rópt, verjir fólk í einar tíggju vikur móti omikron, men síðan minkar virknaðurin.

 

Kanningin vísir eisini, at koppingarevnið verjir fólk munandi móti øðrum álvarsligum sjúkum.

 

Umrødda kanning og frágreiðing byggir á hagtøl bæði úr Suðurafrika, Danmark, Onglandi og Skotlandi, og hagtøl úr øllum hesum londum benda á, at omikron er minni vandamikið enn delta.

 

Kanningin byggir eisini á allar tilburðir við omikron og delta í Stórabretlandi síðan byrjanina av november, umframt 132 fólk, sum eru innløgd við omikron.

 

Seinastu 28 dagarnar hava verið 14 deyðsføll við hesum nýggja frábrigdi.

 

Kanningin hjá UK Health Security Agency vísir, at fólk, sum verða smittað við omikron, eru í 50 til 70 prosent minni vanda fyri at gerast innløgd á sjúkrahús.

 

Tó kann eitt veikari virus, sum omikron er, kortini leggja stórt trýst á heilsuverkini, tí virusið spjaðir seg so skjótt.