Tað eru góð tíðindi fyri íbúgvarnar í Grindavík, sum liggur sunnan fyri eldgosið.
Meðan tað enn ikki er ógvusligt virksemi í syðra parti av sprunguni í jarðskorpuni, er tað kortini ikki ógjørligt, at tað kann broytast. Tann syðsti parturin av sprunguni er hinvegin bara 2,5 kilometrar úr Grindavík.












