Góð kunning til ung í Klaksvík

Í Klaksvikar kommunu verður forvitnisligt tiltak fyri skúlanæmingum, sum fara til arbeiðis fyri fyrstu ferð.

Hevur tú hug at gerast partur av Ung í Arbeiði í summar?

 

Tað er spurningurin, sum tey í Klaksvíkar kommunu seta í dag.

 

Mikukvøldið hin 15. juni bjóða Ung í Arbeiði í Klaksvíkar kommunu til forvitnisligt tiltak fyri ungdómum, sum fara til arbeiðis fyri fyrstu ferð.

 

- Vilt tú vita, hvat tú kanst arbeiða við í summar? Ivast tú í, hvat verður væntað av tær, tá tú fert til arbeiðis?

 

Um hetta eru spurningar, tú situr við, ert tú vælkomin í Finastøðina, har tú kanst fáa svar.

 

- Tiltakið í Finastøðini byrjar klokkan 20, og øll eru vælkomin, eisini foreldur, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Sambært skránni fyri tiltakið fer Jógvan Kallsgarð, samskipari, í stuttum at greiða frá, hvussu Ung í Arbeiði virkar, og hvat arbeitt fer at verða við í summar.

 

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, fer at greiða frá, hvat eitt fakfelag er, og um hvørji rættindi og skyldur, ein arbeiðstakari hevur.

 

Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum, fer at fortelja um, hvat ein arbeiðsgevari ynskir av sínum starvsfólkum.