Góð heilsa er mítt besta boð

- Fyri meg hevur 2013 verið eitt rættiliga vanligt ár. Ikki tey stóru útsvingini, sigur Øssur Egholm.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tað fyrsta, ið kemur mær til hugs, er møguleikin, sum eg í oktober mánaða fekk at gera samrøðu við forsangaran og høvuðsmannin í bólkinum White Lion, Mike Tramp. Havi síðan eg var stórur smádrongur fylgt honum, heilt frá gomlu Mabel-døgunum seinnapartin í sjeytiárunum og til dagin í dag. At sita yvir av honum í studio 5 í útvarpinum var nakað serligt fyri meg. Kann leggja aftrat, at konsertin við honum í Mentanarhúsinum var eisini ein góð og hugnalig løta.  

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Fyri meg hevur 2013 verið eitt rættiliga vanligt ár. Ikki tey stóru útsvingini, hvørki tann ja-liga ella nei-liga vegin, men sjálvandi er okkurt, ið festir seg. Eitt, sum altíð er stuttligt og gleðiligt, er, tá fólk brýggja seg um tað, ein ger. Soleiðis fingu tær sendingar, ið eg eri partur av í útvarpinum, rættiliga góð lurtaratøl í einari kanning, sum gjørd varð í heyst. Og tað fløvar.  

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Haldi ikki, at tað fyri mín part er so nógv at gloyma í farna ári, men skal eg taka okkurt fram, so eru tað kanska allir teir gongutúrarnir, eg ikki fekk tikið meg saman at gera, og sum avgjørt skal rættast uppá í 2014.  

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Tá ein sum eg so smátt er farin at nærkast teimun hálvthundrað, hugsar ein eisini altsamt meira um heilsuna og tað at hava tað gott í gerandisdegnum. So, fyrst og fremst ynski og vóni eg, at heilsan verður góð, og at tað fer at gangast væl, hjá mær sjálvum og teimum, eg havi rundan um meg. Og so hevði eitt meistaraheitið til EB/Streym aftrat heldur ikki verið av vegnum, sigur Øssur Egholm.