Í dag eru góð líkindi at flúgva í Vágum og Atlantsflog leggur nógv fyri at fáa alt í rættlag aftur.
Trý flogfør eru ávegis til Føroya í morgun. Tey koma úr London, Keypmannahavn og Billund og væntast í Vágar hvørja løtu.
Flogførini fara avstað aftur alt fyri eitt Bergen, Keypmannahavn og tað seiansta fer til Billund klokkan 09.30.
- Seinkingar eru á flestu flogførum í dag, tí nógv ferðsla frá ígjár skal eisini avgreiðast, sigur Atlantsflog
Annars verða fólk biðin um at heita á fólk um at fylgja væl við á heimasíðuni