Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt ella tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin, og síðan koma nøkur, sum næsta vika gongur.
- Hetta er góð fiskitíð eftir upsa, men fiskiskapurin roynist einki serligt.
Tríggir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma helst inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Eisini djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap.
- Ein djúpvatnstrolari stinglaks og landar niðri, og tveir eru farnir yvir á Flemish Kap.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at tveir trolbátar royna norðan fyri. Teir fiska tosk og hýsu. Tveir eru eystan fyri og fiska havtasku.
- Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.