Í januar og februar í ár komu og fóru 127 skip um Fuglafjarðar havn, og tað eru umleið 40 skip fleiri enn somu tíð í fjør. Tølini fyri mars vóru ikki endalig, tá in.fo vitjaði, men tá mánaðurin var liðugur, táttaði samlaða skipatalið higartil í ár væl í 200.
- Umframt føroysku skipini, sum eru komin og farin, hava vit eisini havt norsk, íslendsk, írsk og russisk skip í Fuglafirði higartil í ár.
Havnarmeistarin hjá Fuglafjarðar havn, Rólant Højsted, sigur, at samaða skipatalið, sum kom og fór í fjør, var 870, men hetta tal hevði verið væl størri, um veitingarnar hjá Effo Bunkers ikki minkaðu so nógv í fjør heyst, tá útlendski veitarin av oljuni fór á húsagang.
Havnarmeistarin vísir á, at tað er eitt sindur ymiskt frá tí til aðra, nær skipaferðslan er størst.
- Hetta veldst ikki minst um, nær ymisku vertíðirnar eru, og higartil í ár erutað serliga svartkjaftaskip, lodnuskip og síðan aftur svartkjaftaskip, sum hava verið á Fuglafirði og landað, sigur Rólant Højsted.










