Góð ársbyrjan í Sørvági

Fer skattainntøkan hjá Sørvágs kommunu at halda sær á sama støði tað, ið eftir er av árinum, fer fíggjarætlanin hjá bygdaráðnum at halda rættiliga væl.

 

Fer skattainntøkan hjá Sørvágs kommunu at halda sær á sama støði tað, ið eftir er av árinum, fer fíggjarætlanin hjá bygdaráðnum at halda rættiliga væl.

Í mars fekk kommunan knappar 2,6 milliónir krónur í skatti, og tað var 280.000 krónur ella smá 11 prosent meiri enn í mars í fjør.

 

Januar ársfjórðingur hevur roynst væl. Teir tríggjar mánaðirnar komu 8,2 milliónir krónur inn í skatti, og tað var eina lítla hálva millión krónur meiri enn í tí fyrsta ársfjórðinginum í 2013.

 

Sørvágs bygdaráð hevur mett, at kommunan fær góðar 32,6 milliónir krónur í skatti í ár.