Gobs á Voxbotn 2024

Popp-rapparin hevur borgarliga navnið Victor Gaardboe, hann er føddur í 1999 og er vaksin upp í Roskilde.

Frá Voxbotn: Hann er nú kendur undir kunstnararnavninum Gobs og er hann veruliga við at blíva ein stór stjørna. Hann kom fram í 2018 við staklagnum ‘Vérités’ og hevur síðan hittað við løgum sum ‘Du & Jeg’, ‘Tro På Kærlighed’, og ‘Stupid Man’.

 

Hann hevur samtarvað við Hjalmer, Branco og Thomas Helmig, og hevur í 2023 útgivið sína næstu plátu ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ ið veruliga hevur sett ferð á popularitetin hjá Gobs.

 

Í 2021 var hann kosin ‘Årets nye danske artist’ og í 2023 hevur hann skapað søgu við staklagnum ‘Tak for sidst’ eftir at sangurin - í 13 vikur á rað - lá sum nummar eitt á donskum hittlistum.

 

Hetta hevur eingin annar megnað. Pláta hansara ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ er eisini ein av mest spældu donsku fløgum nakrantíð.