GO Heilsufrøðisliga

Janus Brix Kamban verjir avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at steðga útflýggjanini av gomlum mati. Ella ger hann tað?

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er rættiliga komin í andglettin, eftir at tíðindini bórust í farnu viku, at hon hevur noktað ávísum handlum at útflýggja mat til hjálparfelagsskapir at geva teimum fátæku.

 

Nógvar eru atfinningarnar, millum annað á Facebook, men nakrar eru betri orðaðar enn aðrar.

 

Janus Brix Kamban hevur skrivað fylgjandi reglur á Facebook.

 

Eg haldi at tað er super at Heilsufrøðisliga verjir tey fátæku móti ov gomlum mati. Vit mugu bara ikki gloyma, at tað eru nógv onnur ið mugu verjast. Hvat við rumenarum, sum fáa gamalt skrambul sendandi, fult av lús og loppum? 

Rumeniahjálpin má steðgast!

Hvat við øllum konfirmatiónunum, brúdleypunum og øðrum veitslum, har mangan ólærd fólk gera mat til fjøldir av fólki við vanda fyri bæði roskildesjúku, legionella og øðrum tramansskapi?
Forbjóða amatørkokkum!

Hvat við loppumarknaðunum, har gamlir møblar, bøkur, ljósastakar o.a., mangan úr roykjaraheimum (!!!), verður savnað saman og síðan selt út um alt landið?

Forbjóða loppumarknaðum!

Hvat við køkutombola? Hvussu kunnu vit líta á at fólk ikki hava skitið í kakurnar?

Forbjóða køkutombola!

Forbjóða úticafé! Forbjóða bindiklubbum! Forbjóða eldrakaffi! Forbjóða ólavssøku! Forbjóða ókeypis smakkiroyndum! Forbjóða í tað heila tikið so nógvum sum yvirhøvur gjørligt í ein fart, so vit kunnu kenna okkum trygg! 

GO Heilsufrøðisliga!!!