Go Go Blues á Velbastað...!

Bólkurin sum vann AME 2005 er nú ávegis við nýggjari fløgu. Sangarin og gittar leikarin Uni Reinert Debes sigur við Sosialin, at fløgan brýtur frá tí, sum vit vanliga kenna frá Go Go Blues

Go Go Blues hevur verið ein sera virkin bólkur, síðan teir vunnu stóru Atlantic Music Event kapp­ingina. Teir hava spælt nógv, og eisini hava teir gjørt um seg á 15 teimum bestu við dúdúdú dúdúdú-lagnum. Tað tykist sum um bólkurin bara gerst betur og betur umtóktur millum fólk, og nú kunnu teir mongu fjepparirnir gleða seg til eina kærkomna útgávu frá Go Go Blues. Hendan verður tann seinna hjá bólkinum.
Go Go Blús á Velbastað...!
Jú, tað er so. Onkur lesari hugsar kanska, at nú hava blúsmennirnir verið í so vátligir, men tað er í øllum førum ikki tí, at teir leitaðu sær til Velbastaðar.
Go Go Blues hava júst verið í upptøkuhøli í bygdarhúsunum Sólarmagn á Velbastað. Teir tríggir (Uni, Arnold og Rógvi) høvdu sett 14 dagar av til at taka tónleikin upp, men tá ið ein vika var liðin, vóru teir longu lidnir við upptøkurnar.
Uni fortelur at hann heldir at upptøkurnar hava gingið serstakliga væl, og teir eru allir sera væl nøgdir við tónleikin, sum nú er festur á band.
Vit eru sera glaðir fyri upp­tøk­urnar, sigur hann, tað hevur verið deiliga hugnaligt og óformelt, og vit hava bara tikið tað heilt róligt.
Tá ið eg spurdi Una, um hví ein bólkur tekur eina fløgu upp í bygdarhúsinum á Velbastað, heldur enn at leita sær inn í eini framkomin upptøkuhøli, greiðir hann frá, at tað eru fleiri orsøkir til tess. Tá ið tú fer inn í eini góð upptøkuhøli, ásannar tú at tað er ein dýrir umgangur. Tí mást tú skunda tær nógv við at fáa tónleikin innspældan sum skjótast, og tískil missur tú ofta stemningin í tónleikinum. Tónleikurin verður ov stívur og mekaniskur, og tað er ikki tað ljóðið, ið Go Go Blues leggja seg eftir. Teirra tónleikur er merktur av jammi og intensiteti, og tí leitaðu teir eftir einum hølum ið vóru hugnalig og helst ikki ov dýr at leiga.
Men hvussu er ljóðgóðskan? Í dag kann ein næstan taka upp allastaðni, greiðir Uni frá. Útgerðin er ikki so stór sum fyrr, og tí er tað lætt at stilla hana upp næstan allastaðni. Men Uni viðgongur tó at ljóðgóðskan kanska hevði verið betri, um tónleikurin varð upptikin í einum góðum upptøkuhøli, men heldur fast í, at Go Go Blues ikki høvdu fingið tann stemningin inn í tónleikin, sum teir fingu við at taka upp í Sólarmagn.
Tað er eisini deiligt, at Velba­staður liggur uttan fyri Havnina, tí so renna menn ikki ørindir í heilum, sigur Uni við einum skemtiligum tóna.
70´ara rokkur
Hvat kunnu vit vænta av nýggju fløguni? Hvat er tað fyri tónleikur? Uni staðfestir beinanvegin, at talan er enn um blús tónleik. Men tó skal ongin ivi verða um, at nýggi tónleikurin brýtur frá tí, sum vit vanliga seta í samband við Go Go Blús. Ljóðið og tónleikurin hava fingið eina 70´ara rokkutta kenslu yvir sær. Hetta ljóðið hevur spakuliga ment seg undir venjing og spæling, og teir eru allir á einum máli um, at tað ljóðið er ordiliga feitt.
Allir í bólkinum dyrka ljóðið í 70´ara rokkinum, so tað er bara natúrligt, at vit draga eitt sindur av tí inn í okkara tónleik, fortelur karismatiski frontmaðurin.
Hóast tónleikurin er inn­spæld­ur, verður fløgan neyvan at finna í sølubúðunum beinanvegin.
Fløgan kemur ikki út til jóla, sigur Uni. Nú fara blúsarnir at leita eftir einum persóni, sum skal ljóðblanda fløguna, og Uni hevur nakrar avgjørdar meiningar um, hvussu hetta skal fara fram. Vit vilja allarhelst finna eina stóra kanón til at ljóblandað fløguna. Hetta skal verða ein kendur persónur, sum eisini hevur verið aktivur í 70´unum. Hetta tí at vit leggja okkum eftir hesum sermerkta ljóðinum, og tí er tað ein stórur fyrimunur, um viðkomandi hevur royndir við tí ljóðinum fortelur Uni.
Tað er ikki enn vist, hvat felag gevur fløguna út. Teirra umboðskvinna leitar í løtuni eftir einum hóskandi felag. Og hetta kann eisini taka eitt sindur av tíð, vísir Uni á. Ofta er tað eisini so, at tann persónurin, sum skal ljóðblandað fløguna, er knýttur at einum felag, og tí mugu vit bara bíða við at avgera nakað fyribils, sigur Uni at enda.
Vónandi skulu føroyingar sum útlendingar ikki bíða alt ov leingi eftir heitu tónunum frá okkara fremstu blúsarum.