Blues tónleikurin tók føroyska tónleikaheimin og føroysk tónleikaáhugaði á bóli í 2005. Við evnaríka sangaranum og gittarleikaranum Una R. Debess á odda i gjørdist Gogo Blues dag frá degi eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin er umframt Una mannaður við Arnold Ludvig á bassi og Rógva á Rógvu á trummum. Á AME í 2005 varð Go Go Blues kosin besti bólkur í landinum, Arnold kosin besti bassleikari og Rógvi besti trummuleikari.
Gogo Blues hevur eina útgávu á baki og tann næsta er ávegis og kemur væntandi út um Jóansøkuleitið. Gogo Blues spælir tónleik, sum limirnir í bólkinum sjálvir hava skrivað. Teir hava ferðast bæði kring Føroyar og í útlandinum við sínum popp og rokkendu blues sangum, og eru altíð ein frálík konsertuppliving.