Íslendska farmaskipið Goðafoss, sum sigldi á ein flúr í Oslofjørðinum fyrr í mánaðinum, skal til Danmarkar at umvæla skaðan. Arbeiðið er mett at taka tvær vikur. Ein talsmaður hjá reiðarínum sigur við Morgunblaðið, at upprunaliga varð hildið, at aksilin hevði fingið skaða, men kanningar hava víst, at so er ikki. Tí siglir skipið til Danmarkar við egnari megi, men loðsbátar fara at fylgja við tí. Ferðin er mett at taka umleið eitt samdøgur.
Allar bingjurnar eru tiknar av Goðafossi. Somuleiðis er næstan øll oljan pumpað úr tangunum. Nú er bara so mikið av olju umborð, at tað røkkur til ferðina til Danmarkar.