Íslendska farmaskipið Goðafoss, sum felagið Eimskip eigur, sigldi í kvøld á eitt riv við oynna Hvaler í Østfold nakað sunnan fyri Oslo. Eitt skip hjá norsku myndugleikunum er á staðnum, og skiparin segði við NRK í kvøld, at Goðafoss hevur slagsíðu, og at fitt av olju er á sjónum. Veðrið er gott á leiðini.
Norska bjargingartænastan sigur, at umleið 800 tons av olju eru í íslendska skipinum, og at olja rennur úr tveimum tangum miðskips, sum taka 250 tons hvør.
Sambært íslendsku fjølmiðlunum var Goðafoss á veg úr Helsingborg í Svøríki til Frederikstad í Noregi, tá óhappið hendi. 14 mans eru við skipinum, og eingin teirra fekk mein av hendingini.
Goðafoss er 165 metrar langt og merkt 17.000 tons. Skipið er bygt í 1995. Goðafoss er bingjuskip, og nú skipið fór á land, hevði tað 493 bingjur umborð.