Íslendska farmaskipið Goðafoss, sum hevur staðið á einum flúri við oynna Hvaler í Oslofjørðinum síðani seinasta hósdag, flýtur nú aftur. Í morgun gjørdu tveir sleipibátar fast á skipið og togaðu tað av flúrinum.
Norska tíðindastovan NTB skrivar, at sleipibátarnir toga Goðafoss knappar tveir fjórðingar til oynna Styre, har skipið verður lagt fyri akker. Síðani skulu kavarar niður at kanna, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið.
Dettifoss, sum Eimskip eisini eigur, kemur í kvøld til Frederikstad eftir bingjunum, sum eru tiknar av Goðafossi.