Gnarls Barkley á Roskilde

Soulduoin Gnarls Barkley kemur á Roskilde Festivalin í ár saman við Familjen og Miss Platnum. Væl umtókta enska duoin fer at spæla fyrstu konsert teirra í ár á Roskilde. Bólkurin, sum stendur av tónleikagandakallinum Danger Mouse og soulmanninum Cee-Lo, hevur júst givið út 2. fløgu teirra.

 

Fyrsta fløgan bergtók Evropa við stóra hittinum ?Crazy? og spildurnýggju fløga teirra ?The Odd Couple? hevur eisini verið sera væl móttikin.

Fjølmiðlarnir søgdu herfyri um ?The Odd Couple?:

- Man sær als ikki trupulleikarnar aftur við at gera ta næstu fløguna, sum so nógvir bólkar líða undir (?) Soultónleikur hevur sjáldan ljóðað so frísktligur og flipputtur.?

 

Umframt Gnarls Barkley kemur svenski bólkurin Familjen á Roskilde. Bólkurin er kendur fyri elektropoppnummur teirra, sum mangan hava fingið fólk út á dansigólvini og við íblástri frá Daft Punk, Depeche Mode og Kings og Convenience kann tað helst ikki ganga galið?

 

Miss Platnum úr Týsklandi er klár til at yvirtaka vesturlendska tónleikarpallin við einum blandi av hiphop, reggae/dancehall og Balkanpoppi. Miss Platnum er upprunaliga úr Rumenia og eins og Borat vísir hon fram vestligu fordómarnar fyri Eysturevropa, so man ikki veit, um man skal flenna ella gráta.

 

Seinni í vikuni verður alt tónleikarprogrammi hjá Roskilde almannakunngjørt ? og vit fylgja tí sjálvandi upp her á planet.