Tann 20 ára gamli Serge Gnabry varð innskiftur eftir 45 minuttir í kvøldsins U21-landsdysti á Tórsvølli. Hann skoraði eitt rimmar mál til endaliga úrslitið, 6-0, og hetta málið fegnaðist høvuðspersónurin sjálvur um, tá ið yvirritaði rósti honum fyri málið eftir dystarlok.
- Jú, takk fyri. Eg trekti inn í vøllin og smekkaði bóltin í longra málhornið. Hatta er eitt mál, sum eg eri glaður fyri.
Serge Gnabry er ikki ein og hvør. Arsenal eigur rættindini til álopssinaða leikaran, men í løtuni er hann útlæntur til West Bromwich, ið siglir í tyngra sjógvinum í Premier League. Tann 28 september 2013 skoraði hann sítt fyrsta mál í Premier League fyri Arsenal, tá ið hann legði London-felagið á odda 0-1 á útivølli ímóti Swansea. Gnabry varð biðin um at samanbera kvøldsins mál á Tórsvølli við sítt fyrsta mál fyri Arsenal.
- Málið í kvøld var nokk betri fyri fótbóltseygað, men fyrsta málið í Premier League ímóti Swansea var heilt serligt fyri meg, tí at tað var fyrstu ferð, at eg skoraði mál á allar hægsta stigi. Tað málið fari eg so ongantíð at gloyma.
Sum sagt er Gnabry útleigaður til West Bromwich Albion í løtuni. Hann dylur ikki fyri, at tað er nakað øðrvísi at vera leikari undir Tony Pulis, enn tað er at spæla undir legendariska Arsene Wenger.
- Tað er sjálvandi stórur munur á. Í Arsenal eru vit vanir við at hava bóltin ein stóran part av tíðini, og har eru nakrir av heimsins allar bestu fótbóltsleikarunum. Hjá West Bromwich er støðan ein onnur, tí at har mugu vit í størri mun tillaga okkum eftir mótstøðuliðnum, og har eru leikararnir ikki á sama støði sum í Arsenal. Í West Bromwich eru vit noyddir at spæla meira verjukent, og hetta havi eg sjálvur eisini tillagað meg til, segði Serge Gnabry um munirnar at umboða Arsenal og West Bromwich.
Í kappingarárinum 2013/2014 spældi Gnabry nakrar dystir fyri Arsenal, men alt kappingarárið í fjør sat hann uttanfyri við skaða. Týskarin trýr tó enn uppá, at hann kann sláa ígjøgnum millum allar stórspælararnar hjá Arsenal.
- Sjálvandi trúgvi eg uppá, at eg kann fáa mítt veruliga gjøgnumbrot hjá Arsenal. Eg trúgvi altíð upp á meg sjálvan, men tað var ein dyggur smeitur, at eg var skaddur í eitt heilt ár. Kappingin ímillum offensivu leikararnar hjá Arsenal er gróthørð (Alexis Sanchez, Mesut Øzil, Theo Walcott o.s.fr.), men eg havi framvegis ætlanir um at blíva fastur leikari í felagnum, vóru síðstu orðini frá Serge Gnabry á Tórsvølli fyrr í kvøld.









